
Vert at vitja
Stuttleiki fyri børn og vaksin
Danmark hevur hópin av frítíðardeplum, har familjur og vinir kunnu njóta eina hugnaliga og stuttliga løtu. Nógvir deplar hava svimjihyljar, vatnland, ítróttarmøguleikar og barnavinaligar aktivitetir. Millum kendastu eru Fårup Sommerland, Djurs Sommerland, har bæði náttúra og nútímans hentleikar eru í fokus.
Frítíðardeplarnir liggja ofta nær við strendur, skógir ella áhugaverdar býir, so møguleiki er at uppliva meira enn bert sjálvan depilin. Eitt gott val fyri familjur, sum vilja samantvinna avkopling og undirhald.

Fårup Sommerland
Baðiland við høgum rutsjubanum, river rafting og ferðsluskúli, eru bara nøkur av teimum mongu upplivingunum, sum Fårup Sommerland bjóðar. Fårup Sommerland liggur djúpt inni í skóginum í vakra Norðurjútlandi, tætt við Vesterhavið og Blokhus.

Djurs Sommerland
Við 60 undirhaldstilboðum er Djurs Sommerland í Nimtofte eitt frálíkt val til ein hugnaligan dag við nógvum stuttleika fyri alla familjuna. Parkin hevur bæði spennandi upplivingar til tey heilt smáu, tey ið elska ferð, og alla familjuna.

Legoland
Í heimstaði LEGO í Billund, finnur tú LEGOLAND við meira enn 50 undirhaldstilboðum til børn og barnafamiljur. Parkin er býtt upp í ymisk temaøki, so sum Western-býur, Piratland, Adventureland og fleiri.

Jesperhus
Jesperhus Blómupark bjóðar vatnland, innandura- og uttandura spæliland, golf, film, sýningar og ein innandura djóragarð við fríttgangandi djórum. Í spælilandinum ber til at royna minibátar, minibilar, karussell, rutsjubana og mangt annað. Til tey minstu er eisini innandura spælilandið Hugoland.

Bakken
Dyrehavsbakken í Klampenborg er ein av elstu undirhaldsparkunum í Danmark, og grundarlagið fyri Bakken varð lagt fyri meira enn 425 árum síðan. Á Bakken kanst tú uppliva revy, undirhaldstilboð, spøl og stuttleika fyri alla familjuna.

Tivoli Friheden
Far á eina minniliga ferð til Tivoli Friheden, sum liggur mitt í hjartanum av Århus. Her bíðar ein undirhaldsgarður við stuttleika, hugna og spennandi upplivingum fyri alla familjuna! Við einari rúgvu av spennandi karrusellum og virksemi er Tivoli Friheden tað perfekta staðið at skapa góð minnir saman við tínum kæru.

Sommerland Sjælland
Sommerland Sjælland er eitt upplagt útferðarmál til ein hugnaligan dag saman við familjuni. Við einum risastórum vatnlandi og eini rúgvu av stuttligum og avbjóðandi undirhaldstiltøkum, so sum rutsjubana, Mini Legeland, stuttligasta gokartbana í Danmark, timburflakaferð í frumskógini, klatring, gullgraving, trampolinir og 3D-bio, er undirhaldið tryggjað allan dagin. Samstundis er eisini nógv pláss til ein steðg við matpakkan og kaffi við borð og beinkjum í parkini, sum er umgyrd av grønari náttúru og túsundtals blómum
Djór

Randers Regnskov
Randers Regnskov, sum liggur í hjartanum av Danmark, er ein serstøk uppliving, har vitjandi kunnu uppliva gandin í regnskóginum á ein veruligan hátt. Frá løtuni, tú traðkar inn, verður tú møtt av einum heimi fyltum við brúsandi fossum, goymdum tempulruðuleivdum og einum fjølbroytni av villum djórum. Luftin í Randers Regnskov er heit og vát, og hon er full av teimum sermerktum ljóðum og luktum frá regnskóginum, sum gera upplivingina fullfíggjaða – tað kennist sum ein ævintýrferð langt burtur frá svalliga danska veðurlagnum. Eitt av mest serligu eyðkennunum við hesi uppliving er, hvussu tætt tú kemur at djórunum. Her kemur tú heilt nær – veruliga nær!

Nordsøen Oceanarium
Á Nordsøen Oceanarium í Hirtshals finnur tú serstakar upplivingar fyri bæði stór og smá – bæði inni og úti. Nordsøen Oceanarium er ein almannaviðurkendur djóraagarður og rúmar 6 milliónir litrar av vatni við 81 ymiskum djórasløgum, sum liva í Norðsjónum. Her kanst tú síggja alt frá kópum til mánafiskar. Nordsøen Oceanarium er størsta akvarium í Norðurevropa.

Aalborg Zoo
Aalborg Zoo er ikki bara ein av størstu djóragørðunum í Norðurlondum. Garðurin er eisini ein av mest væl umtóktu ferðamálunum í Danmark og hevur árliga 450.000 vitjandi. Og enn ein betri orsøk at vitja garðin alt árið runt: Aalborg Zoo er íðin at verja náttúruna og arbeiðir við gitnaði í sambandi við hótt djórasløg. Við fleiri enn 100 eksotiskum djórasløgum, bjóðar garðurin eina læruríka uppliving fyri øll!

Givskud Løvepark
Leyvuparkin í Givskud – ikki langt frá Billund – er samstundis ein ferð til fjarskotnar heimspartar og eitt frálíkt stað til ein familjutúr. Í tí 60 hektar stóra náttúruøkinum spæla leyvur, fílar, nashyrningar, sebrur – og hópin av donskum geitum – sum um tær vóru heima. Fuglasongur frá fjarskotnum londum hoyrist eisini, og uttan mun til veðrið, er hetta eitt upplagt stað til eina væleydnaða familjuútferð.

Ree Park Safari
Í Ree Park í Ebeltoft kanst tú uppliva djór úr fimm ymiskum heimspørtum. Stórur partur av túrinum gongur fyri seg til gongu í náttúruvøkrum umhvørvinum, har tú fært møguleika at síggja djórini á spennandi hátt. Tú kanst eisini njóta útsýnið yvir djóralívið í Afrika frá einari safaribilferð í einum Land Rover, ella – sum nakað nýtt – fara ein túr við damptokinum, Amerika Ekspressin, út yvir norðuramerikanska grasslættan. Og tey, sum leingjast eftir einum veruligum ævintýri, kunnu royna eina ferð á kamelryggi!

Jyllands Park Zoo
Ein av mest barnavinarligu djóragørðunum í Danmark, har tit kunnu nerta við og fóðra nógv djór, ríða, sigla, koyra í toki og nógv annað. Umframt djórini hevur djóragarðurin í Herning nógv annað at bjóða uppá. Børnini kunnu spæla í tí lítla tivoliinum við karrusellum og minibilum. Tú kanst eisini fara ein túr runt í garðinum við toki, royna ein siglitúr á zoo-vatninum, ríða á ponyhesti og nógv annað.

Aqua Akvarium & Dyrepark
Her verður tann danska náttúran fagnað. Tær nýtist als ikki at fara til regnskógin ella afrikansku savannuna fyri at verða bergtikin og hugtikin. Danmark hevur nevniliga eina serstaka náttúru, ið er full av spennandi djórum, sum kunnu geva tær fantastiskar upplivingar – og hvør og ein hevur eina heilt ótrúliga søgu at fortelja… tað ræður bara um at lurta.
Allir fiskarnir liva í náttúrligum vøtnum og ikki í akvarium. Soleiðis eru umstøðurnar tær somu sum úti í náttúruni. Tað sama er galdandi í vøkru parkini, sum er full av fuglum, súgdjórum og – ikki minst – donskum plantum. Parkin er beinleiðis knýtt at náttúruni, í orðsins sanna týdningi, og her fylgir lívið árstíðunum. Tí bíðar altíð ein nýggj og fangandi uppliving, tá tú vitjar AQUA Akvarium & Djórapark í Silkeborg.
Søvn
Kendastu søvnini í Danmark eru skattakømur, ið bjóða eina serliga blanding av fortíð og nútíð, siðvenju og nýskapan. Hesar mentanarligu oasur eru meira enn bert goymslustøð fyri list og søguligum lutum. Tær eru pallur, ið miðla søguna á háttum, sum tala til nútíðar áskoðarar, samantvinna nútíðar tøkni fyri at skapa livandi upplivingar og vísa eitt djúpt ágrýtni í at varðveita og miðla danska mentanararvin.
Hesi søvn skara ikki bara framúr við sínum samlingum, men eisini við sínum førleika at skapa minnisverdar upplivingar, ið ríka, læra og geva gestum í øllum aldri ein heilt serligan íblástur.

Den Gamle By
Far við á eitt tíðarrensl saman við allari familjuni í Den Gamle By í Århus. Síggj og uppliva søguna hjá donsku keypstøðunum gjøgnum fýra ymisk tíðarskeið: 2014, 1974, 1927 og 1864. Den Gamle By hevur tríggjar av trimum Michelin-stjørnum í Travel-vegleiðingini, og tað er ókeypis atgongd fyri øll undir 18 ár.

Botanisk Have
Botaniskur Havi er ein av størstu og elstu parkunum í Århus og samstundis ein av mest vitjaðu oasunum í býnum. Her kanst tú uppliva alskyns plantur mitt í býarkjarnanum, og havin bjóðar upp á fjølbroyttar spennandi upplivingar fyri allar sansir – uttan mun til, um tú ynskir frið og stilli ella stuttleika og virksemi.

Statens Museum for Kunst
SMK liggur í hjartanum av Keypmannahavn og fevnir um meira enn 700 ár av list og listasøgu, sum kemur til sjóndar gjøgnum framsýningar, rundvísingar fyri bæði vaksin og børn, skapandi verkstovur, filmar, konsertir, listafyrilestrar, framførslur og mangt annað. Umframt at vera eitt listasavn er SMK eisini ein góðkend kunningarstova, sum kann hjálpa tær at fáa tað besta burtur úr túrinum til Keypmannahavnar.

H.C. Andersens Hus í Odense
H.C. Andersens Hus er ein óvæntað ferð gjøgnum skapandi heim høvundans og elskaðu søgur hansara. Heimsklassa arkitekturur sameinir vakurleika og hugflog í livandi rúmum, sum fevna bæði úti og inni, uppi og niðri, í dag og í morgin. Uppliv H.C. Andersen á heilt nýggjan hátt, tá høvundurin og verk hansara tosa til tín gjøgnum ljóð, ljós, rúm og scenografi, sum eru skapt í samstarvi við 12 altjóða listafólk. Nýt hugflogið sum kumpass og skapa tína egnu ævintýrligu uppliving.

Koldinghus
Koldinghus er eitt kongaslott í Kolding, sum varð stovnað miðskeiðis í 1200-talinum. Tað brann í 1808 og stóð leingi sum ein húsatoft, áðrenn ein drúgv umvæling varð sett í gongd. Bæði slottið, sjálv umvælingin og savnið á Koldinghus eru í dag merkisverd vitjanarstøð. Frá verjugarðinum rundan um slottið, er útsýni yvir býin og ”Slotssøen”. Tornini eru 75 metrar høg frá útsýnispallinum niður til Slotssøen. Síðan 1. januar 2021 hevur ”Kongernes Samling” umsitið Koldinghus. Savnið hevur framsýningar um søguna hjá slottinum, umvælingina, Flora Danica-stellið og skiftandi serframsýningar.

Aros
Savn í Aarhus, sum hevur drigið hópin av vitjandi til sín. Savnið, sum liggur í hjartanum av Aarhus og er kent fyri ælaboga litspælið, hjá Olafur Eliasson á takinum, sýnir bæði danska og altjóða list í síni tíggju hædda høga bygningi.

Ny Carlsberg Glyptotek
Glyptotekið er eitt altjóða listasavn við 6000 ára list í serstøkum arkitektoniskum umhvørvi. Savnið varð stovnað av eigaranum av Carlsberg-bryggjaríunum, Carl Jacobsen, sum var ein stórur ídnaðarmagnetur og listaverji í Keypmannahavn í 1800-talinum. Á Glyptotekinum kunnu vitjandi í dag uppliva størsta norðurevropeiska savnið av fornlist. Her eru alt frá grikskum og rómverskum standmyndum til mumiur og gravskattir úr forna Egyptalandi. Harumframt sæst ein stór samling av fornaldarlutum frá etruskum, sum búðu í forna Toscana. Glyptotekið hýsir harumframt franskari salonlist, størsta savnið av impressjónistiskari list í Danmark og høvuðsverkum frá tíðarskeiðinum aftaná.

Skagens Museum
Skagens Museum er eitt altjóða viðurkent savn, ið er ognað Skagens-málarunum, Krøyer, Anna & Michael Ancher, Tuxen og fleiri, sum búsettu seg í Skagen í 1800-talinum. Takkað verið verkunum hjá hesum listafólkum, er savnið í dag tað mest vitjaða í Norðurjútlandi.

Kunsten Museum of Modern Art Aalborg
Listasavn í Aalborg, sum liggur á Kong Christians Allé. Savnið dregur árliga umleið 100.000 vitjandi. Umframt ta føstu framsýningina vísir savnið seks til átta serframsýningar um árið við danskari og altjóða list. Harumframt verða eisini konsertir og tiltøk fyri børn og ung hildin á savninum.

Esbjerg Kunstmuseum
Listasavnið í Esbjerg er eitt savn fyri nútíðarlist. Eitt savn, sum roynir seg við litum og optiskum ljósi. Tey sýna listina fram uppá nýggjar mátar, gera óvæntaðar installatiónir og taka fegin bæði børn og vaksin við í upplivingina. Eitt savn, sum kann yvirraska, vekja undran og víðka tín sjónarring.
Strendur
Danmark hevur nógvar vakrar og fjølbroyttar strendur, ið strekkja seg fram við allari strandalinjuni. Hvítar sandstrendur, bláur sjógvur og víðfevndar sanddyngjur gera tær vælegnaðar til bæði avslappan og aktivitetir. Strendur sum Blokhus, Skagen og Marielyst eru serliga væl umtóktar, og tær eru perfektar til bæði gongutúrar og svimjing.
Nógvar hava Blátt flagg, sum tryggjar reint vatn og góðar umstøður. Um summarið eru tær fullar av lívi, meðan tær um veturin bjóða frið og vakra náttúru. Ein vitjan á donsku strondunum gevur altíð eina serliga uppliving.

Søndervig
Søndervig-strondin í Vesturjútlandi er ein av bestu strondunum í Danmark og ein veruligur yndisstaður hjá dønum. Sum ein vælumtókt sjóvarbólstaður í meira enn eina øld, er Søndervig ein livandi strond fram við Norðurhavi.

Blåvand
Tann 40 km langa Blåvand-strondin, nærhendis Hvide Sande í Vesturjútlandi, gevur tær møguleikan at sleppa undan gerandismeldrinum og njóta frískliga náttúruna. Hon er eisini eitt av bestu støðunum í Danmark at leita eftir rav!

Blokhus
Strondin í Blokhus er ein av vakrastu strondunum í Norðurevropa. Fíni, hvíti sandurin og høgu, vindverjandi sanddýnurnar gera hesa strondina til eitt heilt serligt upplivilsi. Afturat tí kanst tú koyra við bili frá Rødhus í suðri til Løkken í norðri fram við sjálvari strondini.

Saltum Strand
Saltum Strand er ein av bestu og breiðastu baðistrondunum í Norðurevropa, við fínum, hvítum sandi og høgum, lýttum sandhólum. Vegna breiddina og undirlagið á strondini, ber til at koyra í bili frá Rødhus til Løkken.

Henne Strand
Henne Strand bjóðar eina góða og trygga stranduppliving í einum náttúruvøkrum øki, sum liggur tætt við ein bý við góðum møguleikum fyri bæði innkeyp og gisting. Strondin er perfekt til tín, sum ynskir at halda frí í Vestjútlandi, uttan at brúka nógva tíð upp á at koyra fram og aftur.