Við Norrönu til EM-endaspælið

Hondbóltsferð
til Oslo

Prísur úr

3.366,-

Kom við fjepparaskipinum Norrönu til Oslo og stuðla føroyska landsliðnum til EM-endaspælið í 2026. Meðan vit eru í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður.

Norröna verður títt gistingarhús í Oslo

Vit fara at liggja við bryggju á Vippetangen – mitt í hjartanum av norska høvuðsstaðnum. 

Undirhald

Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð. Ein kanón-góð skrá fyri túrin kemur seinni. 

Ferðaskrá

Fráferð úr Tórshavn 14. januar kl. 10:00
Koma til Oslo 16. januar kl. 08:00
Fráferð úr Oslo 20. januar kl. 23:59
Koma til Tórshavn 22. januar kl. 21:00

Ver við á ferðini

Tað er avmarkað pláss á ferðini, so tað er at skunda tær, um tú vil tryggja tær pláss á hesi serligu hondbóltsferð. Avgreið tína bílegging á netinum innan 15 min. ella byrja umaftur.

Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
fyri hvønn

Einans couchettir eftir.

Írokna
  • Ferð við Norrönu Tórshavn – Oslo og aftur
  • Gisting umborð
  • ETS avgjald
Møgulig tilkeyp

Dystirnir hjá Føroyum í undanumfarinum verða spældir í Unity Arena í Oslo 16., 18. og 20. januar. Tú keypir eitt atgongumerki pr. persón, sum er galdandi til allar 3 dystirnar.

Kategori 1:   1.692,- Útselt
Kategori 2:   1.242,-
Kategori 3:   1.000,-
Kategori 4:   655,- Næstan útselt

Sí yvirlit her:

Galdandi fyri hesa ferðina

– Aldursmark at keypa ferðina er 18 ár.
– Serligar gjaldstreytir, sí niðast á síðuni.
– Vit selja eitt kamar til hvørja bílegging.
– Eitt atgongumerki til hvønn ferðandi til allar dystirnar.
– Tað er ikki gjørligt at hava bilin við á ferðini.

Atgongumerki

Tey, ið hava keypt atgongumerkir, fáa tey sendandi umvegis tpost í heyst.

Dystir

16. januar kl. 20:30
Føroyar – Sveis

18. januar kl. 18:00
Føroyar – Montenegro

20. januar kl. 20:30
Føroyar – Slovenia

Allir dystir eru í Bærum Unity Arena í Oslo.

Treytir

Rinda 50% við bílegging.
Restgjaldið fellir 90 dagar áðrenn fráferð.

Um ferðin verður avlýst, verður eitt avlýsingargjald afturhildið, ið er ein prosentpartur av ferðaprísinum, alt eftir nær avlýst verður:

Meira enn 90 dagar undan fráferð: 50%
90-30 dagar áðrenn fráferð: 75%
30-0 dagar áðrenn fráferð: 100%

Bóka ferðina her