
Náttúruupplivingar
í Íslandi
The Land of Fire, Ice & Natural Wonders
Are you looking for an authentic nature experience in Iceland?
We have a wealth of ideas for authentic Icelandic nature experience in places where hospitable locals would be proud to show you their country.
Ein søgulig bygd á Eysturlandinum
Seyðisfjørður er fyrsta og seinasta uppihaldsstaðið í Íslandi, tá ið tú ferðast við Norrönu. Her er atløguhavnin hjá Norrönu. Um summarið er blómandi lív á Seyðisfirði – náttúra og mentan renna saman í eina hægri eind. Fleiri kaféir og matarstøð mynda lítlu bygdina, ið einans húsar 700 íbúgvum vetrarhálvuna.
Les meira um Seyðisfjörð, og hvat er at gera har á leiðini her.
Mývatn, Námaskarð & Dettifoss
Mývatn er eitt av hæddarpunktunum á Norðurlandinum. Fjølbroytta fuglalívið og fuglasavnið hjá Sigurgeir við Mývatn eru avgjørt eina vitjan verd. Náttúrubaðið, Mývatn, liggur eystan fyri bygdina, Reykjahlíð. Her kanst tú njóta lívgandi heitt kelduvatn.
Les meira
Á Námaskarði fært tú ein feril av endaleysu og kraftmiklu náttúrufyribrigdunum beint á staðnum – kókandi mórulagdir og gullit svávulskap hvørt um annað – ein ógloymandi sjón!
Hálvan tíma frá Mývatni er Dettifossur. Fossurin er verdur at vitja. Við sínum 44 metrum í hædd og og 110 metrum í breidd verður Dettifossur sagdur at vera hin vatnríkasti í øllum Evropa.
Húsavík & Góðafossur
Gev havsins djóralívi gætur – tignarligu hvalirnir, ið ferðast kring strendur Íslands gera sær dagliga eitt legg inn á Húsavík. Hetta er ein óførur møguleiki at síggja kongin yvir øllum súgdjórum. Far á hvalasafari og uppliv stórhvalin í sínum rætta elementi umframt ríka fuglalívið kring strendurnar.
Les meira
Hevur tú ríkiliga tíð, er høvi at royna nýggja Geosea-sjóbaðið, ið er ein yngjandi uppliving fyri bæði kropp og sál – alt meðan eygað verða mettað av føgru náttúruni í nánd.
Góðafossur er víðagitin og umboðar serstøku náttúruna í Íslandi. Um ynski er at vitja Góðafoss, tekur tað umleið 30 minuttir at koyra eystureftir av Akureyri.
Leinkir
Visit Húsavík
GeoSea Baths
Akureyri
Vitja næststørsta býin, Akureyri, ið liggur beint sunnan fyri pólkringin. Á Akureyri er møguligt at síggja stásiligu kirkjuna, ið er sniðgivin í reinum deco-stíli frá 1940. Arkitekur var Guðjón Samúelsson.
Les meira
Við einans 17.000 íbúgvum er lætt at finna runt á Akureyri. Býurin hevur bert ta einu handilsgøtuna. Hon greinar seg út í nógvar smáar síðugøtur, her ið kafémentanin og matarstøðini gleða bæði vitjandi og vertir.
Leinkir
Visit Akureyri
Vesturfirðir
Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í staðbundnar loynidómar, ið Vesturfirðirnir goyma? Hvør fjørður er ein verð fyri seg sjálva. Tað kennist sum, at fjøllini kappast um uppmerksemi frá tí vitjandi!
Les meira
Sjálvt minstu partarnir av Vesturfirðunum glógva av vakurleika og vekja eitt forvitni, ið fær gløggar gestir at gløa við. Vesturfirðirnir eru heimstaður hjá Látrabjarg, einum tí vestasta økinum í Evropa. Stór fuglabjørg eru har.
Leinkir
Visit Westfjords
Reykjavík
Settled in 870 AD by Ingolfur Arnarson, the capital of Iceland, Reykjavík, is located on the west coast. Lore has it that early settlers brought their family’s high seat pillars, wooden poles flanking the seat of the head of a Norse household, when they migrated to Iceland. According to legend, on arrival Ingolfur Arnarson cast his high seat pillars overboard and settled where they washed ashore in today’s Reykjavík.
Read more
With its rich Norse history, the capital has grown into a fascinating hub of culture, events and historic buildings. Reykjavík is the largest, and arguably only, city in Iceland, around 36% of the population lives in the capital area. It is surrounded by picturesque towns where travellers can hike in high mountains and experience the countryside only 20 minutes from the metropolis.
The city is known for its cultural scene that brings locals together to celebrate diversity and culture. August brings LGBTQ+ Pride, a true family celebration and the biggest in the world by percentage of national population participating, as well as Reykjavík Culture Night. One feature of the Culture Night is the Reykjavík Marathon, the only one held in Iceland.
With its deeply rooted traditions, the Icelandic restaurant scene is something to sample. From fine dining to the famous local hot dog stand, ‘Bæjarins Bestu’, travellers will always find something to feast on. In fact, Reykjavík has no fewer than 5 food halls, 4 located within 15 minutes walking distance of each other! No need to go hungry.
They city is also a treasure trove of historic and contemporary architecture. The most famous is perhaps Hallgrimskirkja Church, the tallest building in Iceland, visible all the way from Mount Esja. Another important building is the Parliament Hall, Althingi, at Austurvöllur, which is a lovely area for travellers and locals to enjoy the day surrounded by restaurants. One unmissable contemporary building is the Harpa Concert Hall. Built during and in spite of the economic crisis, the concert hall is testament to how important the arts are in overcoming adversity and the aspirations of the Icelandic people.
In short, in Reykjavík you will find everything that makes a city, except skyscrapers, which most travellers would probably say is an added bonus.
Read all about Reykjavík here: VisitReykjavik.is
Gylti ringurin
Gylti Ringurin er best umtókta leiðin hjá ferðafólki í Íslandi. 300 kilometra langa leiðin røkkur frá Reykjavík til Suðurlandið og aftur. Tríggir høvuðssteðgir er á vegnum: Tingvellir, Gullfossur og geotermiska økið, Haukadalur, sum er kendast fyri goskeldurnar, Geysir og Strokk.
Les meira
Fráfaringarstaðurin, Reykjavík, er bæði høvuðstaður og størsti býurin í Íslandi. Býarøkið er umleið 274 ferkilometrar við 200.000 íbúgvum. Høvuðsstaðurin hevur mangt og hvat at bjóða, millum annað stásiligu Hallgrímskirkju, víðagitnu Hørpu og heilsustimbrandi Bláa Lónið, ið er svimjihylur og gosbað í Guds fríu náttúru.
Vestmannaoyggjar
Vestmannaoyggjar eru vornar til av upprunagosum. Tær liggja beint sunnan fyri meginlandið. Oyggjarnar eru 14 í tali, har einans Heimaey er bygd. Í oynni búgva 4.000 fólk. Sum í restini av Íslandi er økið eitt virkið gosfjallaøki.
Les meira
Í 20. øld upplivdu oyggjabúgvarnir tvey stór gos. Tað fyrra byrjaði í 1963. Gosið vardi hálvtfjórða ár og skapti oynna, Surtsey. Seinnu ferð var, tá ið Eldfell á Heimaey fór at goysa í 1973. Gosið hevði við sær, at flestu íbúgvarnir noyddust av oynni. Eldgosini hava gjørt, at í Vestmannaoyggjum ber til at síggja ørvísi náttúru og fuglalív enn aðrastaðni í landinum.
Leinkir
Visit Vestmannaeyjar
Vík
Vík er syðsta bygdin í Íslandi. Hon liggur við ringvegin, umleið 180 km frá Reykjavík. Í bili tekur ferðin umleið tveir tímar. Ísland hevur fleiri gosstrendur, men Reynisfjararstrondin við svarta sandinum á hesum leiðum er heilt víst tann gitnasta og mest áhugaverda. Tað er lætt at finna veg til strandar oman, um ein koyrir á ringvegnum, sum gongur gjøgnum Vík í Mýrdali. Ein gongutúrur á svørtu strondini verður viðmæltur.
Leinkir
Visit South Iceland
Tjóðarlundin Skaftafell
Tjóðarlundin Skaftafell varð grundløgd í 1967. Í 2008 gjørdist hon ein partur av størru tjóðarlundini, Vatnajøkli. Samlað fevna bæði økini umleið 14.200 ferkilometrar, sum er Føroyar tíggju ferðir. Skaftafell er sostatt av størstu tjóðarlundum í Evropa.
Tjóðarlundin liggur undir næststørsta jøklinum í Íslandi. Hann nevnist sum kunnugt Vatnajøkul og er 8.100 ferkilometrar víður og ein kilometur djúpur í støðum. Vit viðmæla eisini ein gongutúr til tann framúr flotta Svartafoss.
Jökulsárlón
Í landsynningshorninum beint undir Øræfajøkli, ið er syðsti og hægsti parturin av Vatnajøkli, er eitt vatn beint undir jøklinum við Jøkulsá á Breiðamerkursandi. Áin rennur stutta teinin frá jøklinum úr í Alantshav.
Les meira
Í sjálvum lóninum flóta alskyns ísfjøll – blá, hvít, blágrøn og stríput í einum støðugum ísdansi. Aldagomlu ísfjøllini koma frá alsamt víkjandi Øræfajøkli.
Vatnið veksur og minkar alt eftir veðurlagnum. Beint nú er tað hálvan annan kilometur frá havinum. Víddin er umleið 18 ferkilometrar. Fyri stuttum var vatnið hitt djúpasta í Íslandi – meiri enn 248 metrar.
Jøkullónið er partur av Vatnajøkultjóðgarðinum. Hetta hulisliga baktjaldið verður víst í filmum og sjónvarpssendingum, eitt nú í Batman Begins, tveimum James Bond-filmum og í Game of Thrones.
Lónið vendir móti havinum og inniheldur eitt bland av sjógvi og vatni, ið fær dæmið at vera sjáldsama blágrønt. Á sumri ber til at fara við báti út á lónið. Ein kann eisini ganga rundan um vatnið alt árið á tamb. Kópur leggur á ísfjøllunum á vetri, og í vatninum eru fleiri fiskasløg og alskyns fuglur.
Á vetrartíð fara nógv til Lónið at síggja norðlýsið.
Leinkir
Visit South Iceland
Stuðlagil
Stuðlagil í Ovara-Jøkuldal er í Fljótsdali á Eysturlandinum. Staðið er satt náttúruundur. Gilið kom undan kavi, tá ið stóra vatnorkuverkið, Kárahnjúkavirkjun, varð tikið í nýtslu. Vatnið, Hálslón, bleiv skapt, og vatnmongdin í stóránni, Jøkulsá á Dal (Jøklu), minkaði nógv.
Les meira
Jøkla er annars ein tann longsta jøkuláin í Íslandi. Hon røkkur umleið 150 km frá Vatnajøkli út í hav á Eysturlandinum.
Stuðlagil er av størstu stabbagrótøkjum. Tá ið vatnið er av tí mesta, fær áin blágrønt dæmi, men tá ið tað flýtur yvir byrgingina, verður áin grábrún á at líta.
Til ber at koyra frá Egilsstøðum til Stuðlagil upp á umleið ein tíma. Frá Mývatni tekur túrurin umleið hálvan annan tíma. Koyrt verður av Ringvegnum eftir grúsvegi. Allir vanligir bilar klára tann teinin, tó at vetrardagar kunnu krevja dyggari akfør.
Tvær ymsar leiðir eru til gilið:
Fyrra leið
Koyrt verður í ein sunnan av høvuðsvegnum, vegi nummar 1, um Jøkuldal yvir á veg nummar 923. Haðan eru 19 kilometrar til bóndagarðin, Grund, sum er norðanvert við gilið. Her eru parkeringspláss, vesi og atgongd til gilið gjøgnum trappur.
Tað tekur fimm minuttir at ganga oman á sjálvan útsýnispallin. Alskyns stabbagrótmyndir eru at síggja. Halda vit fram oman í sjálvt gilið, má farast til gongu frá parkeringsøkinum sunnan fyri gilið.
Seinna leið
Koyrt verður eisini suður av ringvegnum, vegi nummar 1, um Jøkuldal inn á veg nummar 923.
Síðan verður koyrt yvir ímóti Klausturselsgarðinum, her til ber at parkera antin við brúnna um Jøklu, haðan gonguteinurin oman á útsýnispallin og aftur er tilsamans 10 kilometrar, ella við Stuðlafoss, haðan teinurin tilsamans er 5 kilometrar.
Tað loysir seg at ganga oman í gilið at eygleiða hetta tignarliga íslendska náttúruundrið, Stuðlafoss, ið rennur oman av steyrrættum stabbagróti. Gevið gætur og vísið økinum serligan ans í tíðarskeiðnum 1. mai til 10. juni, tí um hetta mundið verpa heiðagæs í nánd. Tá og sum heild ræður altíð um at halda seg á gøtuni!
Á sumri ber til at koyra við vanligum bili víðari eftir vegi nummar 923 inn í hálendið fyri eystan og til Kárahnjúka, Laugafell og oman í Fljótsdal eftir einum øðrum vegi, ið bert er egnaður til fýrahjólsdrigin akfør.
Nærri upplýsingar eru á heimasíðu Stuðlagils studlagil.is.
Hálendið
Íslendingar kalla oyðimørkina og fjøllini mitt í landinum fyri Miðhálendið. Her valda kvirra og friður. Miðhálendið er veldugt. Tað røkkur um meginpartin av landinum. Á, nógv ríkt er at finna fjart frá tysandi mannamúgvum og býargangi!
Les meira
Hvannadalsknúkur og Bárðarbunga
Miðhálendið er púra óbygt og liggur meiri enn 500 metrar yvir sjóvarmálanum. Fleiri av fjøllunum eru kavaklæddir jøklar. Teirra millum trónar hægsta fjall í Íslandi, Hvannadalsknúkur, 2.109 metrar yvir havfløtuni. Fjallið er skamt sunnan fyri Vatnajøkul. Tyrla flýgur fólk upp á toppin!
Ein annar tindur er Bárðarbunga, eitt kavaklætt gosfjall í útnyrðingspartinum av Vatnjøkli.
Karga miðhálendið røkkur um meginpartin av íslendsku hálendisoyðuni. Hetta gosvirkna økið er fjølbroytt við gosfjøllum, grýti og margbroyttum jarðarskapi, sondum, jøklum, áum, vøtnum og gróðrarblettum.
Økið er fyrst og fremst ein blandingur av tjóðlendi, sum ríkið eigur, og hálendisslætta, ið verður nýttur sum fjallahagi.
Fjallavegirnir
Fyrr lá alfaravegur millum landspartarnar í miðhálendinum, og enn í dag verða summir av hesum fjallavegum nýttir, eitt nú Kjølur, Kaldidalur og Sprengisandur. Fimm teir hægstu fjallavegirnir í Íslandi eru í miðhálendinum.
Vatnajøkultjóðgarðurin røkkur um meginpartin av tí hálendska landsynningsøkinum. Sjálvur Vatnajøkul er størsti hálendisjøkulin. Honum á baki koma Hofsjøkul, mest sum mitt inni í landinum, og grannajøkulin, Langjøkul.
Til ber at koyra millum jøklarnar. Vegirnir verða vanliga latnir upp í juni ella juli.
Kjølur er grúsvegur á hálendislættanum við fjøllum og rúkandi keldum. Á hásumri er hesin grúsvegurin rás millum Suðurlandið og Norðurlandið. Vegurin liggur millum Hofsjøkul og Langjøkul og fer tætt fram við ryolittfjøllum og heitum goskeldum.
Ein onnur leið, Sprengisandur, fer um hálendið longri móti eystri. Her ber til at koyra eftir einum øðrum grúsvegi millum Hofsjøkul og Vatnajøkul. Hetta helst við jeppi, tí neyðugt er at fara um brúgvaleysar áir.
Kaldidalur er somuleiðis ein stórsligin hálendisleið, ið fer vestur við Langjøkli. Haðan gongur leið oman á Tingvellir og Borgarfjørð.
Gev gætur, at tað er strangliga bannað og revsivert at koyra uttan fyri vanligar vegir ella gøtur. Umráðandi er at spyrja seg fyri um alt, tí bæði mýrilendi og torvheiðar í Íslandi eru viðbrekin náttúruøki.
Dimmuborgir
Gosmyrjan rann og prutlaði, tá ið Dimmuborgir føddust í eldgosi í Lúdentsborgum og Trongaborgum (Þrengslaborgum) fyri umleið 2.000 árum síðan. Hetta er størsta gosgrýtisgos, ið nakrantíð hevur verið við Mývatn aftan á ísøldina.
Dimmuborgir eru niðri í eini deld. Menn vilja vera við, at tá ið tær vórðu myndaðar, rann gosmyrja oman í lægdina, fylti hana so líðandi og varð til gosgrýti. Eftir stendur í dag tað heilt serliga landslagið, vit kenna sum Dimmuborgir.
Snæfellsnes
Snæfellsnes er langt nes á Vesturlandinum millum Faxaflóa sunnanfyri og Breiðafjørð fyri norðan. Ein fjallaryggur toyggir seg inn eftir nesinum. Hægst er 1.446 metra høga fløgugosfjallið, Snæfellsjøkul.
Les meira
Norðanvert á nesinum eru fiskaríbygdirnar Stykkishólmur, Grundarfjørður, Ólafsvík, Ríf og Hellissandur. Sunnanvert eru tvær bygdir, Arnarstapi og Hellnar. Og vestanvert vóru útróðrarbygdirnar, Dritvík og Beruvík, sum hava verið avtoftaðar í áratíggju.
Snæfellsnes er 90 kilometrar langt og er mitt ímillum Reykjanes og Vestfirðirnar. Á fjallarygginum eru bæði virkin og sovandi gosfjøll – og Snæfelljøkul, ið eisini er eitt eldfjall og liggur dygst úti á nesinum.
Sí meiri um seks útvald støð við Snæfellsnes:
Eldborg
Á suðursíðuni sært tú fyrst av øllum Eldborg, eitt lítið vakurt gosfjall, har ið hundraðtals blágrýtisstabbar tróna upp úr lendinum. Longri úti á nesinum, í Ytri Tungu, er sandfjøra við ørgrynni av kópi.
Rauðfeldsgjá
Tað næsta merkisverda er vakra Rauðfellgjá við stórbærum klettum, har ið til ber at ganga inn. Streymur rennur gjøgnum gjánna, og tey, ið tora, sleppa at leypa útí!
Aftan á Rauðfeldsgjá kemur tú til Lóndrangar, ið eru leivdir av gosopi. Hesir báðir drangarnir eru stórir. Í teimum reiðrast túsundtals sjófuglar.
Tjóðarlundin Snæfellsjøkul
Síðan gongur leiðin til Tjóðarlundina Snæfellsjøkul, tann minsta av teimum trimum tjóðgørðunum í landinum. Her er ov mikið at síggja og uppliva.
Snæfellsjökull
Hæddarpunktið er óivað Snæfellsjøkul. Ævintýrið í stuttsøguni hjá Jules Verne, A Journey to the Centre of the Earth, byrjar her. Tað verður ofta endurlisið í tí minni kendu bókini, Kristnihald undir Jøkli, ið Nobelvinnandi skaldið, Halldór Laxness, gav út í 1968.
Berserkjareyn
Norðanvert á nesinum er Berserkjahreyn, eitt gosgrýtisøki tætt við Bjarnarhøfn. Tað mest merkisverda er kortini fjallið, Kirkjufell. Mangan verður tað sagt at vera mest avmyndaða fjallið í Íslandi; fjallið við ørvarskapinum í tiltiknu HBO-sjónvarpssendingunum, Game of Thrones.
Mentanarbygdirnar
Sum nevnt í byrjanini eru fleiri vakrar bygdir á Snæfellsnesi. Tær flestu eru fyri norðan. Her er lag á manni at fiska. Bygdirnar eru: Arnarstapi, Hellnar, Búðir, Hellissandur, Ólafsvík, Grundarfjørður og Stykkishólmur.
Stykkishólmur verður nógv vitjaður. Fólk koma hagar at síggja eldgosasavnið. Tey fara eisini við ferjuni, Baldri, til ta kendu fornaldaroynna, Flatoyggj.
Onnur merkisverd bygdarsøvn eru í Ólafsvík.
Síðst, men ikki minst, skal nevnast hákallasavnið í Bjarnarhøfn. Her ber til at smakka ta íslendsku herligheitina, tann ríkiliga ræsta hákallin!
Uppliv norðlýsið í Íslandi
Frá síðst í august til apríl hevur tú møguleikan at síggja norðlýsið dansa á himmalinum í grønum, lilla og reyðum litum. Hetta er ein av teimum mest minnisverdu upplivingunum á ferðini og ein góð grund til at vitja Ísland uttan fyri summarhálvuna.
Les meira
Norðlýsið kann vísa seg næstan allastaðni. Tá tú koyrir á ringvegnum, í eini lítlari bygd ella beint uttanfyri dyrnar eina klára nátt. Um tú gistir í eini bygd, koyrir eftir ringvegnum, ella bara stígur út um dyrnar eina klára nátt. Fyri at betra um møguleikan at uppliva norðlýsið, er ráðiligt at leita sær burtur frá býarljósum og ljósdálking.
At ferðast í lágárstíð merkir færri ferðafólk, minni ferðslu og friðarligar nætur – og løtan, tá norðlýsið tendrar yvir himmalinum, kennist sum ein framførsla, ið náttúran spælir bara fyri tær.