Náttúrubað
í Íslandi

Royn baðamentanina hjá Íslendingum

Eitt av tí, sum íslendingum dáma allar best, er at svimja í teimum mongu flógvu náttúrubaðunum. Uttan mun til vind og veður er tað ein hugtakandi uppliving.

Nógva staðni í landinum eru jarðhitabað, sum tú kanst nýta, tá tú ferðast í Íslandi. Tú kanst so at siga royna tey øll, á tíni rundferð til og úr Seyðisfirði.

Ísland nýtir jarðhitaorku at hita hús og svimjihylar, og tað sama er galdandi fyri náttúrubaðini. Jarðhitin verður skapaður í undirgrundini og er ein frálík kelda til varandi orku.

Vit hava gjørt ein lista við nøkrum av bestu náttúrubaðunum í Íslandi, ið tær heilt sikkurt fer at dáma.

Ger sum tey lokalu; læt kroppin flóta í flógva vatninum, tak tær av løttum og njót lívið.

Náttúrubað í Íslandi

Óansæð hvar tú ert, so er altíð eitt jarðhitabað í nánd.

Eysturfirðirnir – Vök-baðini, Egilsstaðir

Á veg úr Seyðisfirði kanst tú steðga við Vök-baðini í Egilsstaðir, ið liggja við Urriðavatnið. Frá flótandi hylunum úti í vatninum kanst tú uppliva tað framúrskarandi útsýnið. Hetta geotermiska vælverustaðið er tað einasta við heitum kelduvatni, ið er góðkent at drekka.

Norðurlandið – Forest Lagoon

Eitt nýtt náttúrubað er fyri stuttum latið upp í Vaglaskógi. Tað liggur yvirav Akureyri, ið er høvuðs býurin á norðurlandinum, á eystara arminum á  fjørðinum. Jarðhitavatnið rennur út úr fjallinum aftanfyri lagunina. Forest Lagoon lat upp í mai í 2022, og er tann nýggjasta innan hitakeldur í Íslandi.

Høvuðsstaðurin – Sky Lagoon

Í forstaðnum til Reykjavík, Kópavogur, finnur tú Sky Lagoon. Her verður bjóðað eitt 7-stiga-ritual, ið fullførir ta avslappandi upplivingina. Hetta manngjørda geotermiska vælverustaðið hevur ein infinity-hyl. Frá honum sæst bústaðurin hjá íslendska forsetanum, sum í løtuni er Guðni Thorlacius Jóhannesson.

Vestulandið – Krauma-baðini

Krauma er staðsett við síðuna av stóru hitakelduni, Deildartunguhver, ið hevur hægstu streymferð í Europa. Krauma stavar frá hesi hitakeldu. Tú finnur harumframt hópin av søguligum støðum og merkisverdum fossum í økinum.

Suðurlandið – Laugarvatn Fontana

Við síðuna av Laugarvatni finnur tú Laugarvatn Fontana. Jarðhitavatnið floymir frá áarløkunum, ið renna kring vakra vatnið. Tú kanst svimja í heita vatninum, slappa av í dampsauna ella hoppa í sjálvt vatnið. Laugarvatn Fontana er ein liður í Gylta ringinum, og liggur á vegnum frá Thingvellir til goskelduna, Geysir.

Norðurlandið – Jarðböðin

Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði.

Bóka ferðina her