Innflutningur av akfari til Íslands

Fyribils innflutningur av akfari til Íslands

Øll ferðandi til Íslands við akfari, skrásett uttanfyri Ísland, skulu útfylla eitt talgilt skjal áðrenn komu. Hetta tryggjar eina ómakaleysa komu og staðbundnar reglur verða fylgdar.

Upp til 30 dagar áðrenn fráferð sendir íslendska tollvaldið, “Skatturinn”, tær ein teldupost við einari persónligari leinkju til talgilda skjalið, ið er knýtt at tínari bílegging.

Vinarliga tryggja tær, at tú hevur móttikið hendan teldupost.

Meira kunning fæst við at vitja heimasíðuna hjá íslendsku tollmyndugleikunum “Skatturinn”.

Varandi innflutingur av akfari til Íslands

Vinaliga gevið gætur, at varandi innflutingur av akførum til Íslands skal prógvast og tollavgreiðast.

Um eitt ferðafólkaakfar skal innflytast við varandi støði í Íslandi, er kostnaðurin fyri manifestering og tollavgreiðslu 62.300 ISK.

Um tilgongdin er byrjað, og biðið verður um avlýsing – er avlýsingargjaldið 15.600 ISK.

Vinaliga setið tykkum í samband við manifest@cargo.fo fyri meiri kunning.

Bóka ferðina her