
Runt Ísland í 1 ella 2 vikur við gisting
Sigl & gist
Bilferð eftir ringvegnum í Íslandi í eina ella tvær vikur við gisting. Tú upplivir kendu náttúrperlurnar á rutuni – frá Gullfossi, Dettifossi og Góðafossi til lavalandsløg, gosop og geysir.
Og eftir ein langan dag er einki sum at slappa av í eini heitari keldu ella svimjihyli. Gistingin er á hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum.
Heystið 2025
Úr kr. 8.590
fyri hvønn
Heystið 2025
Úr kr. 8.590
8 nætur í Íslandi
úr kr. 8.590
15 nætur í Íslandi
úr kr. 13.995
Íroknað
- Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
- Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
- 2-koyggjukamar uttan vindeyga
- 1 bilur <1,9m H & 5m L
- Dagsskrá fyri hvønn dag
- Dupultkamar við wc/bað og morgunmatur allar dagar í Íslandi
Ferðatíðarskeið
08.09 – 29.10.2025
Fráferð úr Havnini týsdag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag
Bílegging
Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

Lagaligar keypstreytir
Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.
1 vika pakkaferð dømi
Ein stuttur, men sera víðfevndur túrur. Farleiðin sneiðir seg um alt Ísland, soleiðis at høvi verður at vitja tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi. Snøgt sagt: Runt Ísland uppá stytstu tíð
Nætur
6, 7, 8 ella 9
Slag av gisting
Hotel og gistingarhús
Tíðarskeið vár til heyst
01.04.25 – 30.10.25
Strekki
Umleið 1800-2000 km
2 vikur pakkaferð dømi
Ein sera fjølbroyttur túrur, ið umfatar meginpartin av Íslandi uttan ov nógvan skund. Øll hámarks øki Íslands eru íroknað túrin, uttan hálendis miðøkið og Vesturfirðirnir – sera væl hóskandi fyri ferðandi, sum ynskja at síggja sum mest av Íslandi uttan at skunda sær.
Nætur
13, 14, 15 ella 16
Slag av gisting
Hotel og gistingarhús
Tíðarskeið vár til heyst
01.04.25 – 23.10.25
Strekki
Umleið 3300-3900 km
Upplivingar í Íslandi
Stórslig náttúra, goysandi goskeldur, mektigir jøklar, brúsandi fossar og heitar keldur. Ísland er alt hetta, og nógv afturat.