
Kømur við dupultsong
Okkara kømur
Øll kømur hava flatskerm, klædnaskáp, skriviborð, wc og bað.

Nordic luksuskamar
Vit hava 34 Nordic luksuskømur, ið liggja á dekk 8, og øll hava frálíkt útsýni. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180×200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80×190 cm). Kamarið hevur eisini ein hugnakrók í vindeygakarminum, eitt borð og tveir stólar, okkurt leskiligt er eisini í kamarinum, egið wc og bað umframt hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til upp til 3 fólk.

Luksuskamar
Eitt rúmligt kamar við dupultsong (160×200 cm), sovisofu (130×210 cm) og kaffimaskinu, og okkurt leskiligt er eisini í kamarinum. Kamarið hevur egið wc og bað, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk, ið ger kamarið sera hóskandi til familjur við børnum.

Kamar við dupultsong og vindeyga
Kamar við dupultsong (140×200 cm). Kamarið hevur vindeyga, flatskerm, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 1-2 fólk.

Nordic Svita
Vit hava tvær stásiligar Nordic svitur. Hvør svita hevur eitt sovikamar við dupultsong (180×200 cm) og eina stovu við hornasofu, stóli, flatskermi, spísiborði og skriviborði, og okkurt leskiligt er eisini í svituni. Baðirúmið hevur bæði brúsu og baðikar, wc, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Nordic Svitan kann bíleggjast til 2 fólk.

Norröna Svitan
Norröna Svitan er rúmlig, og pláss er fyri fimm fólkum. Norröna Svitan hevur eitt sovikamar við dupultsong (180×200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80×190) og eitt minni kamar við einari koyggjusong (80×200 cm) til børn. I hugnaligu stovuni er ein sofa, lenistólar, spísiborð og okkurt leskiligt. Flatskermur er bæði í stovuni og í sovikamarinum. Harumframt hevur svitan eitt rúmligt baðirúm við bæði baðikari og brúsu, wc, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Norröna Svitan kann bíleggjast til upp til 5 fólk.