
Familjukømur
Familjuvinalig kømur
Øll kømur hava flatskerm, klædnaskáp, skriviborð, wc og bað.

4-koyggjukamar við vindeyga
Kamarið hevur 2 undirkoyggjur (90×200 cm), sum kunnu gerast um til sofur, og 2 yvirkoyggjur (85×195 cm). Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Upp til 5 fólk kunnu vera í kamarinum, um tú ferðast við børnum. Eyka seingjarklæðir kunnu leigast í móttøkuni. Kamarið kann bíleggjast til 2-5 fólk, um eitt lítið barn svevur í koyggjuni hjá einum vaksnum, tí tað eru bara 4 koyggjur.

Luksuskamar
Eitt rúmligt kamar við dupultsong (160×200 cm), sovisofu (130×210 cm) og kaffimaskinu, og okkurt leskiligt er eisini í kamarinum. Kamarið hevur egið wc og bað, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk, ið ger kamarið sera hóskandi til familjur við børnum.

4-koyggjukamar uttan vindeyga
Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk.
Onnur kømur
Refreshments
in Your Cabin
Pre-book the minibar, so the fridge is open and stocked when you come on board. Please note, fridges are available only in cabins with a window. For other cabins, minibar items will be delivered to your cabin.

Minibar with Alcohol
Price € 27

Minibar without Alcohol
Price from € 21