
2-mans kømur
Kømur til tveir persónar
Øll kømur hava flatskerm, klædnaskáp, skriviborð, wc og bað.

Nordic luksuskamar
Vit hava 34 Nordic luksuskømur, ið liggja á dekk 8, og øll hava frálíkt útsýni. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180×200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80×190 cm). Kamarið hevur eisini ein hugnakrók í vindeygakarminum, eitt borð og tveir stólar, okkurt leskiligt er eisini í kamarinum, egið wc og bað umframt hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til upp til 3 fólk.

Luksuskamar
Eitt rúmligt kamar við dupultsong (160×200 cm), sovisofu (130×210 cm) og kaffimaskinu, og okkurt leskiligt er eisini í kamarinum. Kamarið hevur egið wc og bað, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk, ið ger kamarið sera hóskandi til familjur við børnum.

Kamar við dupultsong og vindeyga
Kamar við dupultsong (140×200 cm). Kamarið hevur vindeyga, flatskerm, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu.

2-koyggjukamar við vindeyga
Kamar við 2 undirkoyggjum. Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 1-2 fólk.

4-koyggjukamar uttan vindeyga
Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum er flatskermur, skriviborð, klædnaskáp, egið wc og bað við brúsu umframt hárturkari og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk.
Onnur kømur
Refreshments
in Your Cabin
Pre-book the minibar, so the fridge is open and stocked when you come on board. Please note, fridges are available only in cabins with a window. For other cabins, minibar items will be delivered to your cabin.

Minibar with Alcohol
Price € 27

Minibar without Alcohol
Price from € 21